Hósdagin 2. november var hátíðarhald í býlingshúsinum millum Gilja í Hoyvík.
Tað var í sambandi við, at tað í hesum døgum eru 35 ár síðan, at býlingshúsið varð tikið í nýtslu, og eisini vórðu tvey starvsfólk heiðraði.
Elisabeth Rasmussen, námsfrøðingur fekk gullheiðursmerki frá Tórshavnar kommunu fyri at hava starvast í kommununi í 40 ár.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Elisabeth Rasmussen gullheiðursmerkið. Í røðu sínari vísti hann m.a. á, at Elisabeth er millum fyrstu námsfrøðingar, ið fingu prógv í Føroyum.
- Tú var ein av fyrstu námsfrøðingunum ið fingu prógvið í Føroyum. Tað var í 1990. Elisabeth hevur starvast í Tórshavnar kommunu í meira enn 41 ár. Tí hevur hon holla vitan og royndir. Og tað kemur starvsfeløgunum til góðar.
Eisini varð Ebba Wilhelm, ið hevði 10 ára starvsdag, heiðrað. Borgarstjórin handaði henni blómutyssi.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Ebbu Vilhelm blómutyssi fyri 10 ára starvsdag, og segði m.a. hetta í røðu sínari:
- Tú er smílandi, opin og løtt at koma í samband við, siga starvsfelagarnir um teg. Hetta eru góðir eginleikar í umráðandi starvinum, sum tú hevur. Tá tú arbeiðir á dagstovni er ongin dagur líka. Men tú hevur tann serstaka eginleika, at tú dugir at síggja tað stuttliga og góða í næstan øllum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald