Innanlands

Elisabeth Olsen fylti 100

Tað liggur eftir øllum at døma til familjuna at røkka høgan aldur, omman og mosturin blivu ávíkavist 93 og 94 ára gamlar

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-07-23 14:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Elisabeth varð fødd í Húsavík í 1920, og fekk um endan á bóndasamfelagnum, tá kúgv, ross og seyður hoyrdu til húsið, hóast pápin longu tá var fiskimaður. Longu sum 17 ára gomul fór hon niður við Tjaldrinum niður á háskúla við Hillerød.

Og so var hon eisini ein teirra, sum ikki slapp heimaftur, tí kríggj brast á. Og sjúkrasystir bleiv hon á Kommunuhospitalinum. Maðurin Árni – sum var úr Kunoy – var studentur frá Sorø Akademi og var eisini niðri undir krígnum, tá hann læs til lækna. Tey møttust í tí góða felagslívinum, ið tá var millum lesandi.

Tey giftust heima í 1949 og fingu fýra synir. Í 1959 hevði staturin ætlan um at byggja eitt “statshospital” í Havn og tá fóru tey niður, tí Árni fór at lesa sálarfrøði. Tá á døgum vórðu øll við sálarligum trupulleikum send til Danmarkar.

Tað tók so langa tíð at byggja Statshospitalið, at Árni eisini var útbúgvin neurolog, áðrenn tey fluttu heimaftur í 1967 og Statshospitalið lat upp í 1969. Tað er helst óneyðugt at nevna, hvussu stóran týdning hann hevur havt fyri sjúkrarøktina í Føroyum.

Tey bæði fluttu inn í nýbygd hús við Sandáarbreyt til jólar í 1970. Ein part av frítíðini brúktu tey sum aktivir limir í Havnar Dansifelag.

Tað liggur eftir øllum at døma til familjuna at røkka høgan aldur, omman og mosturin blivu ávíkavist 93 og 94 ára gamlar. Í dag eigur Elisabeth 10 ommubørn og fýra langommubørn. Hon hevur verið á sambýlinum Oman Mattalág seinastu 12 árini og hevur trivist væl har.

Annika Olsen ynskti býráðsins vegna hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum og handaði blómutyssi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder