Innanlands

Elsa Berg úr býráðnum í eina tíð

Skal uttanlands at lesa í eitt lítið ár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-22 10:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar býráð góðtók á fundi í gjár, at Elsa Berg, ið er fyrstvald á listanum hjá Tjóðveldi, tekur seg úr býráðnum, meðan hon í eina tíð flytur úr kommununi í lestrarørindum uttanlands.

Elsa Berg greiddi ráðsfeløgum sínum frá, at tað er neyðugt fyri hana at koma víðari við síni útbúgving, hóast hon fer at sakna arbeiðið í býráðnum.

Hetta skeiðið, hon nú skal taka, tekur eitt lítið ár, og tí roknar hon við at taka við býráðssessinum aftur um hesa tíðina næsta ár.

Elsa Berg varð fyrstvald fyri Tjóðveldi á kommunuvalinum 10. november 2020 við 520 persónligum atkvøðum. Fjórðvald á tjóðveldislistanum, og harvið fyrsti eykalimur á listanum, er Turið Horn, sum sat í býráðnum í undanfarna býráðsskeiði. 

[object Object]Turið Horn (Savnsmynd)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder