Innanlands

Elsa F. Helmsdal skal verja sína ph.d um grind

Verjan verður fríggjadagin 29. mai klokkan 14:00 í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í Havn.

2026-05-20 09:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 29. mai 2026 verjir klokkan 14:00 Elsa Fróðadóttir Helmsdal ph.d.-ritgerð sína við heitinum: “At the intersection of risk and culture - Environmental contaminants in pilot whales and the implications for a culturally significant food tradition”

Tað vil siga, at stóra uppgávan snúr seg um, tá mentan og váði hittast: At dálkandi evni í grindahvalum hava sína ávirkan:

“Millum váða og mentan - Dálking í grindahvali og avleiðingarnar fyri eina siðbundna matmentan”

Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at verjan verður í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í Havn. Verjan er almenn og verður á enskum máli.

Sum ph.d.-lesandi hevur Elsa verið starvssett á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

Í vegleiðaratoyminum eru Maria Skaalum, adjungeraður professari á Fróðskaparsetri Føroya og Jesper Bo Nielsen, professari á Syddansk Universitet. Fyrrvendan er høvuðsvegleiðari. Danin er hjávegleiðari

Í metingingarnevndini verða:

Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk)

Kelly Skinner, lektari á University of Waterloo, Kanada

Cindy Jardine, professari á University of The Fraser Valley, Kanada


Til ber at lesa samandráttin av ritgerðini her.

Ritgerðin er tøk á Pure-vanganum hjá Elsu Helmsdal


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder