
Fólkakirkjan søkir nú eftir nýggjum dómprósti.
Í fjør varð boðað frá, at Uni Næs, sum hevur veriðdómpróstur síðan februar 2010, fer frá vegna aldur 31. januar 2026, og fór embætið tí at verða lýst leyst í ár, og nú er embætið lýst leyst.
Dómprósturin er sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, ið harafturat er innsettur at røkja embætið sum dómpróstur.
Dómprósturin er varamaður hjá biskupi, og hevur tær staðbundnu kirkjurnar og kirkjuráðini sum málsøki.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar skulu eisini hava verið í starvi sum sóknarprestur í Føroyum í minsta lagi seks ár, skrivar Fólkakirkjan.
Freistin at søkja starvið er 30. august klokkan 12. Starvið verður ætlandi sett frá 1. februar 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald