Nú ber til at gera tilnevningar til Embla 2021, ársins norðurlendsku matvirðislønir.
Endamálið við Embla er at styrkja vitanina um norðurlendskan mat og at fagna matmenning og nýskapan.
– “Við matvirðislønini Embla styrkja vit felags norðurlendska matsamleikan og fagna fólkunum handan matin” sigur Bjørn Gimming, sum er leiðari í Norges Bondelag og vertur fyri Embla 2021.
Embla-virðislønirnar eru handaðar tvær ferðir áður, í Keypmannahavn í 2017 og í Reykjavík í 2019. Føroysku umboðini hava staðið seg sera væl og fingið Embla-heiðursløn í hesum bólkunum:
- Matferðarmál: Heimablídnisskipanin (2017) og Gimburlombini (2019)
- Rávøruframleiðari: Dímunargarður (2017) og Grøna Oyggin (2019)
- Mathandverkari: Leif Sørensen (2017)
Heitt verður á føroyingar um at koma við nógvum tilnevningum, so at Føroyar aftur standa við einum sterkum liði í kappingini.
Øll kunnu gera tilnevningar (ein starvsfelagi, ein fyrimynd ella tú sjálv/ur) innan hesar sjey flokkar her.
- NORDIC FOOD PRODUCER 2021 (Rávøruframleiðari)
- NORDIC FOOD ENTREPRENEUR 2021 (Matíverkseti)
- NORDIC FOOD ARTISAN 2021 (Mathandverkari)
- NORDIC FOOD COMMUNICATOR 2021 (Matsamskiftari)
- NORDIC FOOD FOR MANY 2021 (Mat til mong)
- NORDIC FOOD DESTINATION 2021 (Matferðamál)
- NORDIC FOOD FOR CHILDREN AND YOUTH 2021 (Mat til børn og ung)
Meiri kunning um flokkarnar er at finna á heimasíðuni hjá Embla. Evstamark at lata inn tilnevningar er 1. november 2021.
Meginfelagið fyri tey norðurlendsku bóndafeløgini, NBC, hevur ábyrgd av Embla við stuðli frá Norðurlandaráðnum.
Norges Bondelag er vertur fyri virðislønarhandanina, sum verður í Oslo 11. mars 2022. Hetta er triðju ferð at Embla Food Awards verður hildið, og luttakandi londini eru í ár Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland, Grønland og Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald