Mentan

Eminem tók øll á bóli við nýggjari fløgu í morgun

Kendi rapparin hevur leitað aftur til røturnar við "Kamikaze"

Eminem á Roskilde Festival fyrr í ár

Eminem á Roskilde Festival fyrr í ár

2018-08-31 15:39 Author image
Oda Strøm
placeholder

Fleiri føroyingar upplivdu kenda rapparan Eminem í summar, tá ið hann fyri fyrstu ferð upptraðkaði í Danmark á Roskilde Festival.

Úr bláari luft kom rapparan so við nýggjari fløgu í morgun, sum hevur fingið heitið "Kamikaze". 

45 ára gamli rapparin hevur hesuferð valt ikki at hava tey stóru niðurløgini við kendum sangarum, men rappar harafturímóti í full drøn. 

Fyrsti sangurin á fløguni kallast "The Ringer", og minnir ikki sørt um gamla stílin hjá rapparanum. "The Ringer" kann hoyrast her.

Nýggja fløgan "Kamikaze" hevur 13 skeringar og varar 45 minuttir.

 

Eminem tók øll á bóli í morgun, tá hann kunngjørdi, at nýggj fløga var útkomin (Mynd: Twitter)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder