2025-06-13 21:50

Vitjanin hjá Fríðriki kongi, Mary drotning og Josephinu prinsessu er av á hesum sinni.
Endabresturin var ein móttøka á kongsskipinum Dannebrog, sum kongshjúnini vóru vertir fyri.
Á gestalistanum eru ymiskir lyklapersónar fyri vitjanina, fólk sum hava fingið riddarakross hesaferð, og onnur, sum kongshjúnini hava valt at bjóða.
Móttøkan ella veitslan á Danneborg, endaði við føroyskum dansi, og Kongshúsið lýsir tað sum "festligt".
(Mynd: Kongshúsið)
Tey kongaligu fara av landinum aftur við flogfari í kvøld.
(Mynd: Kongshúsið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald