Í morgin klokkan 10.00 opna valstøðini, og nú snýr tað seg um hjá valevnunum at sannføra tað og tey, sum tey megna - bæði viðvíkjandi boðskapinum hjá flokki sínum og hvat tey sjálvi serliga brenna fyri og vilja arbeiða við.
Valfepurin og spenningurin økist, og eitt lítið samdøgur undan at valstøðini lata aftur kring landið, verður startskotið til sjálvan endaspurtin í Kongshøll í Vinnuhúsinum á Vestaru Bryggju. Har er seinasti valfundurin hjá Kringvarpinum á skránni.
(Aksel V. Johannese og Poul Michelsen til valfundiní Klaksvík mikukvøldið - Mynd: Sverri Egholm)
Tað byrjar við einum vanligum umfar. Eins og til undanfarnu tríggjar valfundirnar eru 45 minuttir avsettir til eitt evni. Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, sigur, at evni sum umboðini fyri flokkarnar fara at kjakast um er bústaðartrot. Her verður eisini møguleiki fyri spurningum frá áskoðaragfjøldin.
Eftir hetta verður fomansumfar. Teir níggju formenninir hittust týskvøldið 6. august í sjónvarpsstovuni, har valstríðið av álvara varð skotið í gongd. Nú er avgerandi løtan næstan her, so tað stendur nógv á teimum
(Høgni Hoydal var ímillum áhoyrarnar í Klaksvík mikukvøldið - í kvøld skal hann kjakast í Kongshøll - Mynd: Sverri Egholm)
Seinasta veljarakanningin hjá Spyr vísti, at Fólkaflokkurin framvegis er størstur, tá tað kemur til %, men at teir stóru flokkarnir standa til at fáa 7 tingfólk hvør. Broytingarnar verða útfrá kanningini ikki so nógvar - nýggju flokkarnar standa ikki til at fáa nakran tinglim, Miðflokkurin og Framsókn standa til halda fast um sínar tveir og Sjálvstýri tann eina. Tó stendur samgongan til at missa meirilutan, sum hon hevði eftir valið í 2015.
Sí eisini: Sjey tingfólk í part
37,3 søgdu seg týskvøldið ynskja Aksel V. Johannesen sum Løgmann
Sambært Georg L. Petersen verður hetta formansumfarið nakað ørvísi. Ein partur verður sum ein hólmgonga, og tað er ikki ikki við einum gjøgnumgangandi evni. Tað fer at varða 1 tíma og 15 minuttir.
Valfundurin byrjar klokkan 19.30, og kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum og á heimasíðu Kringvarpsins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald