Nú eru fýra matstovur í Norðurlondum, sum hava tríggjar stjørnur í guidini hjá Michelin, og sum merkir, at tær eru millum heimsins allarbestu.
Geranium í Keypmannahavn og Frantzen í Stockholm hava framvegis sínar tríggjar stjørnur. Maeemo í Oslo hevur aftur tríggjar stjørnur, eftir at matstovan misti tær tá hon flutti bústað.
Og nú er Noma í Keypmannahavn, sum í fleiri ár hevði heitið heimsins besta matstova, eisini heiðrað við trimum stjørnum hjá Michelin.
- Eg var við at trúgva, at tað aldri fór at henda, segði høvuðskokkurin í Noma, René Redzepi, tá hetta varð avdúkað á einum tiltaki í konssertsalinum Stavanger, hóast talan fyri tað mesta var um eitt tiltak, ið gekk fyri sseg á netinum.
Tey, sum høvdu rokna við, at Koks fór at fáa eina triðju stjørnu, fingu ikki rætt. Men Koks varðveitti sínar tvær stjørnur, sum matstovan fekk í 2020.
Ein matstova varð hækkað í tign frá einari til tvær stjørnur. Tað er Kong Hans Kælder í Keypmannahavn.
Hesar matstovur fingu sína fyrstu stjørnu. Onkrar av hesum hava fyrr hava eina stjørnu:
Svøríki: Aira, Stockholm. Project, Göteborg. Äng, Tvååker. Hotel Borgholm, Borgholm.
Finnland: Finnjävel Salonki, Helsingfors
Danmark: The Samuel, Keypmannahavn. Substand, Aarhus. Lyst, Vejle. Syttende, Sønderborg.
Hesar matstovur fingu ein Michelin Bib Gourmand: Babette í Stockholm, Mineral í Malmö, anx í Aarhus, Møntergade, Silberbauers Bistro og Norrlyst, allar í Keypmannahavn og Fagn-Bistro í Tróndheimi.
Hesar fingu ta grønu stjørnuna fyri burðardygd: Grön, Helsingfors, Maeemo, Oslo, Äng, Tvååker, Ark, Brace og Tèrra í Keypmannahavn, Domstic í Aarbus, Henne Kirkeby Kro í Henne og Lyst í Velje.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald