2018-07-09 16:12

Bretski uttanríksráðharrin, Boris Johnson, hevur lagt frá sær. Tað skriva bretskir miðlar seinnapartin.
Stórt rumbul er í bretsku stjórnini og í bretska parlamentinum orsaka av Brexit. Theresa May, forsætisráðharri, sigur í fráboðan til bretskar miðlar, at hon skjótt fer at kunngera, hvør tekur yvir eftir Boris Johnson.
Seint í gjárkvøldið boðaði Brexit ráðharrin, David Davis, at hann legði frá sær. Fyri hann er Dominic Raab settur sum Brexit ráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald