Senatorurin fyri New York, Kirsten Gillibrand, er nú givin við royndum sínum at gerast valevni fyri demokratarnar til amerikanska forsetavalið í 2020.
Sambært blaðnum The New York Times hevur Gillibrand tikið avgerðina, tí tað ikki er eydnast henni at sleppa til komandi kjakumfar fyri demokratisku forsetavalevnini.
Á Twitter frøist trump forseti seg um avgerðina, sum hann kallar ”ein sorgardagur fyri Demokratarnar”.
- Eg fegnist um, at tey aldri funnu útav, at hon var tann, eg veruliga óttaðist, skrivar forsetin
52 ára gamla Gillibrand er tann seinasta av fleiri demokratum, sum hava tikið seg úr stríðnum um at gerast avbjóðari til Donald Trump, forseta, á valinum í november næsta ár.
21. august legði Jay Inslee, guvernørur fyri statin Washington, frá sær í royndini. Eina viku frammanundan gavst fyrrverandi Colorado-guvernørurin, John Hickenlooper, eisini.
Framvegis eru 20 valevni við í royndini at gerast demokratiskt forsetavalevni. Komandi kjakumfarið verður 12. september.
Fyri at kunna vera við í hesum kjakinum, skal eitt valevni lúka tvær treytir. Antin hava stuðul frá minst tveimum prosentum í landsumfatandi veljarakanningum, ella hava fingið fíggjarligan stuðul frá minst 130.000 veitarum.
Í løtuni sær fyrrverandi varaforsetin hjá Barack Obama, Joe Biden, út til at hava leiðsluna. Tað vísir samanteljingin av veljarakanningum, sum RealClearPolitics ger.
Síðan kemur Bernie Sanders. 77 ára gamli senatorurin úr Vermont var í 2016 tann seinasti, sum stóð seg í stríðnum móti Hillary Clinton at gerast valevni móti Trump.
Nummar trý er Elizabeth Warren, senatorur frá Massachusetts.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald