Mentan

Enn ein heiðursløn til Dropar

Dropar 8, onnur bókin í røðini til føroyskt á hádeild, var í gjár heiðrað við silvurheiðursløn á hátíðarhaldi á bókamessuni í Frankfurt

2025-10-16 08:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dropar 8 var í gjár heiðrað við silvurheiðursløn á hátíðarhaldi á bókamessuni í Frankfurt.

Tað skrivar Nám í tíðindaskrivi.

Dropar 8 er onnur bøkin í røðini til føroyskt í hádeild, sum Nám gav út í 2024.

Talan er um eitt tekstsavn við stuttsøgum, yrkingum, fotomyndum, skaldskapi av mannamunni og yrkistekstum. Til bókaheildina hoyra Dropar 7 og 9, lærarabøkur og talgildar útgávur. Í arbeiðnum við bókunum, er áherðsla løgd á hóskandi tilfar til aldursbólkin, sum vendir sær til bæði kynini, bæði hvat viðvíkur høvuðspersónum og høvundum, eldri og nýggjari verkum, umframt at uppseting og myndaliga tilfarið hóskar til veruleikan hjá næmingum í dagsins samfelag.

Lív Ingolfsdóttir Magnussen og Annelisa Rasmussen hava skrivað og lagt tilfarið til rættis, og Savna og Føroyaprent hava staðið fyri sniðgeving og prenti.

[object Object]

Tað er dómsnevndin í BELMA (Best European Learning Materials Award), sum á hvørjum ári heiðrar lærubøkur á týsku bókamessuni.

Í fjør varð Dropar 7 heiðrað við gullheiðurslønini.

Nám og ritstjórnin í Dropum takkar hjartaliga fyri viðurkenningina av bókini, skrivar Nám.

– Tað hevur stóran týdning fyri eitt lítið forlag at fáa slíka viðurkenning, og vit gleðast um, at forløgini úr øðrum londum vísa okkara útgávum ans.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder