Talið av deyðum í Hetlandi, sum verða sett í samband við covid-19 er nú komið upp á seks.
Skotski stovnurin NRS, sum skrásetur deyð í Skotlandi upplýsir í dag, at talið av hetlendingum, deyðir við koronavirus, er økt við einum, so at tey nú eru seks, skrivar hetlendski miðilin Shetnews.
Tilsmans 1.616 fólk í Skotlandi eru nú skrásett deyð við koronavirus.
Skotsku hagtølini fyri síðstu viku vísa, at 637 fólk doyðu við koronavirus í síðstu viku, og tað er tað hægsta talið higartil. Tilsamans doyðu 844 skotar fleiri í viku 16 í ár, tá sammett verður við miðaltalið fyri vikuna tey seinastu fimm árini, skrivar Shetnews. Tey flestu, sum doyðu við korona, doyðu á sjúkrahúsum. Ein triðingur doyði á røktarheimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald