Tað byrjaði við einum práti, men skjótt var borið at, og nógv kenna tí í dag kvøldseturnar, ið hava verið sendar úr Vb-húsinum í Vági, hesa tíðina landið hevur sett ferðina niður, og fólk flest hava sitið heima.
Í dag er flaggdagur, og aftur í dag hava vágbingar bjóðað til kvøldsetu vesturi á Eiðinum í Vági, har sangur, skemt, prát og annað er á skránni.
Kvøldseturnar hava fingið sera jaliga móttøku, og seinasta kvøldsetan er longu víst fleiri enn 18.000 ferðir á netinum.
Eins og undanfarin kvøld, so er húsaorkestrið við, og sangurin fer at seta dám á alla sendinga, umframt at smá innsløg og prát verða gjørd.
Nógv hendir í Vági í hesum døgum, eisini hóast tiltøk um frástøðu og ikki at hittast fleiri enn 10 í bólki, men eisini hesi tilmælini verða fylgd og nýhugsan og átøk síggja dagsins ljós.
Tey, ið luttaka við sangi og tónleiki í kvøld eru: Hans Jacob Hjelm, Gudmund Larsen, Rúni í Lágabø, Hjalmar Magnussen, Dagfinn Olsen og Sára Magnussen, sum við práti og tónleiki fer at hugna um saman við vertinum.
Eins og undanfarin kvøld, verður eisini møguleiki at skriva inn, ímeðan sent verður, við einari heilsan ella sangynski.
Tiltakið byrjar kl. 21.00 í kvøld og verður stroymt her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald