Í dag verður enn ein lagnudagur í bretskum politikki.
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson fer fyri triðju ferð at royna at at fáa undirtøku fyri nývali í undirhúsinum.
Fyri at fáa hetta samtykt, skal hann hava undirtøku frá í minsta lagi tveimum triðingum av undirhúsinum, og tað hevur hann ikki megnað higartil.
Eydnast tað hesuferð, verður val væntandi 12. desember, skrivar Politiken.
Í gjár, sunnudagin, segði ein kelda úr skrivstovuni hjá forsætisráðharranum, at um tað ikki eydnaðist at fáa loyvi at útskriva val í dag, fer stjórnin at hyggja eftir øllum uppskotunum, sum andstøðan hevur til eina aðra brexit-loysn.
Freistin hjá bretum at fara úr ES er í løtuni 31. oktober – um tríggjar dagar, men Boris Johnson hevur sent ES eina umbøn um at fáa freistina útsetta til 31. januar 2020, og í gjár upplýstu dulnevndar keldur úr ES, at limalondini væntandi fáa semju um eina útsetan av freistini í dag.
Les eisini: Boris Johnson biðjur ES um at útseta brexit
Í sambandi við møguligu útsetanina, undirstrikar ES, at næsta tíðarskeiðið ikki kann brúkast til víðari samráðingar um skilnaðaravtaluna.
Týsdagin eydnaðist tað Boris Johnson at fáa undirtøku fyri skilnaðaravtaluni, sum hann hevði fingið í lag við ES. Avtalan hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Theresu May, varð vrakað tríggjar ferðir.
Les eisini: Skilnaðaravtalan góðkend – tíðarætlan vrakað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald