Norska løgreglan hevur handtikið ein mann í tríatiárunum í sambandi við málið um norsku ríkmannakonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv síðsta heyst.
Maðurin varð handtikin og skuldsettur í gjárkvøldið. Hann er í 30-unum og býr í Romerike, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi í morgun.
Maðurin er skuldsettur fyri at hava dripið Anne-Elisabeth Hagen ella hava verið við til at taka lívið av henni.
- Handtikni maðurin og Tom Hagen kennast, og løgreglan hevur eisini kunnleika til vitanina hjá manninum um KT og kryptogjaldoyru, skrivar løgreglan.
Verjin hevur brúkt vantandi vitanina hjá Tom Hagen á KT-økinum sum prógv fyri, at hann ikki kann vera tann, ið hevur staðið aftan fyri kravið um leyslatingarpengar í kryptogjaldoyra.
Í gjár staðfesti rætturin, at tað ikki vóru prógv fyri, at 70 ára gamli maðurin hjá Anne-Elisabeth, ríkmaðurin Tom Hagen, var sekur, og hann varð tí frídømdur úr varðhaldsfongslingini. Hendan avgerðin skal nú viðgerðast í Hægstarætti, og tí er Tom Hagen framvegis varðhaldsfongslaður.
Maðurin, sum nú er handtikin, noktar seg sekan, sigur advokatur hansara við NRK.
Møguliga verða fleiri handtøkur í málinum, sigur løgreglan, sum tó ikki vil koma við fleiri upplýsingum, fyrr enn kæran er viðgjørd í Hægstarætti, skrivar nrk.no.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald