2020-10-08 12:23
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1.069 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 136.959 kanningar nú gjørdar í Føroyum.
477 persónar hava nú fingið staðfest smittuna í Føroyum, og av teimum eru 456 persónar staðfestir frískir aftur. Sostatt eru 21 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya. 101 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald