Leygardagin varð enn ein persónur dripin av amerikansku myndugleikunum í statinum Minnesota.
Amerikanski immigratiónsmyndugleikin, ICE fór um ársskiftið undir eitt átak móti ólógligum tilflytarum í statinum, sum hevur elvt til stóran ófrið, skriva altjóða miðlar.
Sambært amerikanska uttanríkismálaráðnum varð farið undir átakið, tí at guvernørurin í Minnesota, Tim Walz, noktar at verja fólkið móti "drápsmonnum, neyðtøkumonnum, pedofilum og øðrum vandamiklum einstaklingum".
7. januar varð ein 37 ára gomul kvinna, Renée Nicole Good skotin til deyðis av einum ICE-agenti í býnum Minneapolis. Sambært vitnum var hon óvápnað, tá hon varð hálað úr bili sínum og skotin tríggjar ferðir. Av ICE-fólki varð hon annars lýst sum eitt yvirgangsfólk, sum royndi at koyra á tey.
Í gjár, 24. januar varð ein 37 ára gamal maður, Alex Pretti skotin til deyðis av einum marknavørði hjá Border Patrol - eisini í Minneapolis. Sambært Border Patrol varð hann skotin í sjálvverju.
Sjónbandaupptøkur vísa, at Pretti stóð við einari telefon í hondini, stutt áðrenn hann varð skotin.
Fyrst stendur hann við telefonini, meðan ein marknavørður skumpar eina kvinnu burtur og eina aðra niður á jørðina. Síðani sæst, at Pretti stillar seg millum eina av kvinnunum og marknavørðin. Hareftir lyftir hann armin fyri at verja seg móti piparspray, og síðani roynir hann at hjálpa eina kvinnu á føtur, hareftir hann sjálvur verður tvungin niður á jørðina av fleiri marknavørðum. Ein teirra tekur ein lut úr beltinum hjá Pretti og fer av staðnum. Fá sekund seinni, verður Pretti skotin.
Bæði Alex Pretti og Renée Nicole Good vóru amerikanskir ríkisborgarar.
Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at myndugleikarnir skulu hava møguleika at gera teirra arbeiði, og at Pretti var vápnaður.
– Hvat hendir? Hvar er lokala løgreglan? Hví er hon ikki har at verja ICE-agentar? Tað er tí guvernørurin tók tey út, sigur amerikanski forsetin.
Guvernørurin, Tim Walz kallar drápið á Pretti vemmiligt.
– Eg havi sæð videoupptøkurnar frá fleiri vinklum, og tað er vemmiligt. Rættarskipanin hjá Minnesota fær síðsta orðið. Staturin tekur sær av hesum, punktum, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald