Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at ein russiskur sjómaður frá trolaranum AK-0749 Karelia, sum liggur við bryggju í Klaksvík, hevur fingið staðfest korona.
Maðurin varð fyrst innlagdur við lungnabruna á Klaksvíkar sjúkrahúsi, men tá kanning vísti, at talan var um korona, varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið.
Í gjárkvøldið varð so enn ein sjómaður frá sama skipi innlagdur. Hesin varð fluttur beinleiðis á Landssjúkrahúsið. Um talan eisini er um korona í hesum førinum er enn ikki váttað.
Lars Fodgaard Møller, landslækni, segði í Degi og viku í gjár, at manningin ikki hevði verið í land, men at fýra føroyingar høvdu verið inni umborð á trolaranum, men at teir ikki høvdu havt tætt samband við manningina.
Eftir ætlan skuldi trolarin fara av stað aftur í dag.
Sí innslagið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald