Uttanlands

Enn ein suðuramerikanskur leiðari smittaður við korona

Jeanine Añez, sitandi forseti í Bolivia, hevur fingið staðfest smittuna

Jeanine Añez (Mynd: EPA)

Jeanine Añez (Mynd: EPA)

2020-07-10 08:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sitandi forsetin í Bolivia, Jeanine Añez, hevur fingið staðfest koronasmittuna. Hesum boðaði hon frá á Twitter hósdagin. Hon leggur afturat, at hon er væl fyri og heldur fram at arbeiða, meðan hon er í sóttarhaldi.

53 ára gamla Jeanine Añez er ikki fyrsti leiðarin í Suðuramerika, sum fær staðfest koronasmittuna. Í vikuni boðaði brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, frá, at hann hevði fingið staðfest smittuna.

Fyri viku síðani boðaði bolivianski heilsumálaráðharrin, Maria Eidy Roca, eisini frá, at hon varð smittað.

Jeanine Añez hevur verið sitandi forseti í Bolivia síðan november, eftir at Evo Morales, ið hevði verið forseti síðan 2006, legði frá sær.

Eftir ætlan skuldi nýval vera í Bolivia í mai, men sum so mangt annað, varð tað útsett orsakað av korona. Valið verður nú 6. september í staðin. Jeanine Añez hevur, sambært Ritzau, boðað frá, at hon ætlar at stilla upp.

Sambært worldometers.info eru fleiri enn 44.000 smittutilburðir staðfestir í Bolivia, og 1.638 eru deyð.

Um allan heimin hava góðar 12,4 mió. fólk nú fingið staðfest smittuna, og 557.000 fólk eru deyð.

placeholder
placeholder