![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Aftur í gjár varð ein tilburður av korona staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað tá tey koma til landið. Talan er um ein persón við bústaði uttanlands. Viðkomandi er avbyrgdur, og landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Hetta er annar dagurin á rað, at smittaður persónur varð funnin millum ferðafólkini á flogvøllinum.
Tilsamans hava 413 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 379 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 34 persónar smittaðir í løtuni. 29 av hesum eru russiskir sjómenn, sum ikki hava verið á landi í Føroyum.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á sjúkrahúsi í samband við koronasmittuna.
Tilsamans 101.208 koronaroyndir eru nú gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald