Innanlands

Enn ein tilburður av fuglakrími hjá heimafugli

Sannlíkt er tað villfuglur, sum hevur smittað dunnur í Kollafirði

2023-10-09 17:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin fekk Heilsufrøðiliga starvsstovan eina fráboðan frá einum borgara í Kollafirði, um at nakrar dunnur hjá honum vóru brádliga deyðar og ein var sjúk.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fór á staðið fyri at taka sýni og seinni sama dag kom svarið, at dunnurnar høvdu fuglakrím. Avgerð varð tikin um, at allar dunnurnar skuldu takast av.

Tað er sannlíkt, at tað er villfuglur, sum hevur smittað dunnurnar.

Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir á, at tað er umráðandi, at man so vítt gjørligt ansar eftir, at villur fuglur ikki kemur í sambandi við heimafugl.

Hetta er annar tilburðurin av fuglakrími. Í næstsíðstu viku var ein tilburður staðfestur á Eiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder