Ein russiskur sjómaður er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsinum eftir at hava fingið staðfest korona.
Sambært Kringvarpinum varð maðurin innlagdur við lungnabruna á Klaksvíkar sjúkrahúsi í gjár, og í dag varð staðfest, at talan var um korona.
Í hesum sambandi eru tvey starvsfólk á Klaksvíkar sjúkrahúsi farin í sóttarhald.
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at manningin umborð á russiska trolaranum AK-0749 Karelia, har sjómaðurin var frá, ikki hevur verið á land. Tríggir føroyingar hava verið umborð á trolaranum, men hildið verður ikki, at teir eru vorðnir smittaðir.
Tó er ein annars persónur umborð á trolaranum, sum eisini hevur sjúkueyðkenni, sum minna um lungnabruna.
Føroyingar, sum møguliga hava verið í sambandi við smittaða ella aðrar sjómenn frá russiska trolaranum, verða bidnir um at seta seg í samband við Landslæknan.
Trolarin liggur í løtuni við bryggju í Klaksvík, og eftir ætlan skal hann fara av stað aftur í morgin.
Hoyr innslagið her.
Dagført kl. 15.11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald