Enn ein væleydnaður G! Festivalur er av, og fólk hava longu sett sær kross í kalendaran fyri ársins fremstu tónleikahátíð, sum verður hildin 17. til 19. juli komandi ár.
Nógv túsund fólk hava havt eitt gott upplivilsi í Gøtu hesar dagarnar. Við góðum og fjølbroyttum tónleiki, væl kryddað við øðrum síðu-tiltøkum, sum vísa seg at rigga óvanliga væl til festivalin.
At vera á G! Festivali er ein heildaruppliving. Ikki bara við tónleiki – als ikki. Men í stóran mun eisini at uppliva hugnan á sandinum, millum hjallarnar og gomlu húsini og fjálga umhvørvið annars.
Hendir nógv
Tað hendir allatíðina okkurt. Allan dagin sita fólk og hugna sær í heitu pottunum áðrenn tey blaka seg út í bylgjurnar. Okkurt bókmentatiltak er her, okkurt sansaligt tiltak har. Ein gudstænasta hóast tað enn bara er leygardagur. Kjakfundur, filmssýning, joga, føroyskur dansur og felagssangur. Ókeypis baccalao munnbitar á sandinum. Og so kemur eitt polkaorkestur í einum lítlum lastbili, ella tú hoyrir fólk dansandi syngja við lýsandi hoyritelefonum á høvdinum, til okkurt sýrað átak, tey kalla silent disco. Tey sóu út til at hugna sær gevaldugt, men hví tey tímdu tað, vóru vit nøkur, ið undraðu okkum stórliga yvir.
Hugni í hjallum og úthúsum
Og tað hugnaligasta næstan av øllum á G! er, hvussu hjallar og úthús eru drigin inn í tiltakið. At byrja við var tað bert tað eina, eftirhondini víða kenda gróthoyggjhúsið niðri við sjóvarmálan, sum lokala kórið hevur havt ábyrgdina av øll árini, og sum altíð hevur verið ein hugnalig oasa á festivalinum, um pláss var inni.
Nú eru fleiri slík støð. Skeinkistøð ofta, har ein kann leska sær við øðrum spennandi enn tí, sum annars rennur í stríðum streymum úr ølkranunum runt um á festivalplássinum. Hetta ríkar festivalupplivilsið.
Eitt annað úthús – hjallurin ella gallaríið hjá Rønn – varð eisini tikið við í skránna í ár til mentanarlig tiltøk. Ikki eitt gamalt hús, men tó hugnaligt. Her vóru ymisk mentanarlig tiltøk. Sjálvur lukkaðist mær at sleppa innar tíðliga fríggjakvøldið, tá Jákup Sumberg borðreiddi við sjóðgætis-gumbo frá Lousiana, og Sólfinn Danielsen úr Sandvík – in absentia – við náttúruvíni frá Languedoq. Samskipað av Benjamin Petersen sum – tíverri – ikki upptraðkaði sum solistur á G! í ár. Eitt framúr upplivilsi frá ársins festivali.
The Longest Johns
Of Monsters and Men
Omar Suleyman
Tónleikurin
Tónleikaliga gjørdist leygarkvøldið á G! ongantíð tað heilt stóra upplivilsið. Tað var stórt at hoyra Teit framføra “Poetry & Aeroplanes” úr enda í annan. Men tað hava vit upplivað á G! fyrr.
The Longest Johns úr Bristol vóru fínir og undirhaldandi við sínum bretsku sjómanssangum, shanties.
Og íslendsku Of Monsters and Men vóru eisini fín, uttan at klokkurnar fóru ordiliga upp at ringja. Kanska var tað tí, at undirritaði endaði heldur aftarlaga á sandinum. So langt afturi, har fólk vóru komin fyri at tosa saman, ella rópa í oyruni á hvørjum øðrum, heldur enn at lurta eftir tónleikinum. Frusterandi, men óundansleppandi.
Á spæliplássinum hoyrdu vit ókend norsk og svensk nøvn við kvinnum í forgrundini. Dugnalig, dugdu teirra kramm.
Lagt var upp til tað heilt stóra um midnáttarleitið, tá ein sýriskur brúdleypssangari trein pallin. Ein sermerkt, nærmast løgin, uppliving. Hesin góði Omar Suleyman, fekk fólkini upp at dansa, men tað vildi verið skeivt at kalla framførsluna fyri eitt tónleikaligt upplivilsi. Sansaligt heldur.
Eftir at tey eldru vóru farin heim, helt veitslan fram á sandinum við Swangah og aðrastaðni við Playmo og Übernörd, og tey hava óiva havt tað hugnaligt eisini, tað vísa myndirnar frá náttini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald