2026-06-02 08:29
Fyri løtu síðani var eitt ferðsluóhapp nakrar fáa hundrað metrar oman fyri innkoyringina til Funnings.
Tað er ikki talan um eitt álvarsligt ferðsluóhapp – ongin fólkaskaði. Men bilarnir, sum stoyttu saman, eru so mikið illa farnir, at teir nú forða fyri ferðsluni á vegnum.
Sambært løgregluni er sløkkilið á veg til Funnings at fáa bilarnar tiknar burtur, og roknast kann tí við, at tað ikki er koyrandi her eina góða løtu afturat, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
(Dagføring kl. 08:51: Vegurin er opin aftur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald