2023-10-11 07:50
Tað er nærum dagliga, at løgreglan fær fráboðan um innbrot í Havn. Dagurin í gjár var ikki øðrvísi í so máta, tí beint eftir døgurða kom fráboðan úr handli í Havn, har tey høvdu funnið útav, at pengar vórðu tiknir úr kassanum.
Hvussu nógvar pengar talan er um, veit vaktleiðarin á løgregluni ikki at siga í morgun.
Málið verður nú kannað, og kannast skal eisini nær innbrotið er farið fram.
Nógvu innbrotini seinastu tíðina eru flest øll greidd, og okkurt bendir á, at hetta er sami bólkur av fólki. Talan er í flestu førum um heimleys, sum bróta inn ymsastaðni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald