Innanlands

Trý starvsfólk afturat á Landsjúkrahúsinum rakt av koronavirusinum

Nú verður roynt at funnið útav, júst hvørji starvsfólk skulu í sóttarhald orsaka av hesum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-03-17 11:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin váttaði Landssjúkrahúsið, at eitt starvsfólk afturat hevur fingið covid19-smittuna. Landssjúkrahúsið vildi tá ikki upplýsa, hvørja deild viðkomandi arbeiðir á, men hevur

Hetta skrivar Kringvarpið.

Tað var leygardagin, at boðað varð frá, at eitt starvsfólk á føðideildini var smittað við koronavirusinum.

Nú skal greiðast fáa á hvussu nógv fólk skulu í sóttarhald orsaka av hesum. Nøkur starvsfólk eru fyibils send til hús, skrivar Kringvarpið - tey sum tann smittaði persónurin hevur verið í samband við. 

Í døgurðatíðindunum í Kringvarpinum váttaði Tummas í Garði, læknastjóri, at tað eru trý fólk, millum annað ein sjúkrarøktarfrøðingur, ið nú eru kannaði positiv fyri koronavirus. Sambært honum bendir tað á, at tey eru smittaði í samanhangum uttanfyri sjúkrahúsið.

Les eisini: Korona: Nú eru 47 føroyingar smittaðir

Dagført: 12.27

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder