2020-03-14 18:10
Eitt starvsfólk á Landssjúkrahúsinum er smittað við corona smittu.
Tað upplýsti Margit Stóra, varasjúkrahússtjóri, á tíðindafundi í Kringvarpinum í kvøld.
Arbeitt verður nú fyri at finna fram hvør hesin persónur hevur arbeitt saman so at tey kunnu fara í sóttarhald, og harvið tryggja deildina og viðgerðirnar á Landssjúkrahúsinum.
Tað var landslæknin, sum kunnaði leiðsluna á sjúkrahúsinum í morgun um, at eitt av starvsfólkunum var smittað
Viðkomandi starvsfólk var seinast á vakt sunnudagin fyri knappari viku síðani
Sostatt eru nú tíggju smittað við corona í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald