Innanlands

Enn ikki afturíafturkomin

Løgreglan kannar enn málið um Pedro Enrique Moreno Hentz. Hann varð seinast sæddur í Miðvági mikudagin fyrrapartin

(Mynd: Politiið)

(Mynd: Politiið)

2025-09-05 18:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Politiið kannar framvegis málið um Pedro Enrique Moreno Hentz, sum varð eftirlýstur í gjárkvøldið.

Hann var seinast sæddur í Miðvági umleið klokkan 10 mikudagin tann 3. september.

Pedro Enrique Moreno Hentz er 180-190 cm høgur, vanliga bygdur, hevur ljósa húð, stutt grátt hár og skegg. Hann var í svørtum vatteraðum jakka, myrkagráum buksum og gráum og hvítum skóm. Hann var í svørtum keppi og bar svartan ryggsekk á bakinum.

Politiið ynskir at hoyra frá fólki, sum kunnu hava sæð hann millum kl. 10 og 12.30. Til ber at venda sær til politiið á telefon 351448.

Leiting hevur eisini verið við Leitisvatn og Bøsdalafoss í nátt og í morgun. Ryggsekkur hansara varð funnin í Mykinesfirði seinnapartin í gjár.

Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder