Seinnapartin í gjár mátti løgreglan sperra økið av við Kollafjarðartunnilin eina løtu, tí eldur var komin í eina gravkúgv, sum stóð við bussteðgiplássið uttanfyri tunnilin. Eitt dekk sprongdist og fór einar 30 metrar niðan í hagan.
Eingin mansskaði stóðst av hendingini, men gravkúgvin kolaðist upp, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at støðan kundi verið nógv verri.
– Maskinan varð flutt á einum vogni gjøgnum tunnilin, og eldur kom longu í, áðrenn hon var komin úr tunlinum, so tað er at fegnast um, at mann fekk hana út.
Hví eldur kom í gravkúnna, veit løgreglan enn ikki at siga, men tað verður kannað.
Eldurin við Norðskála mikudagin verður eisini kannaður, og enn ber heldur ikki til at siga, hvør orsøkin var til ta hendingina, verður upplýst av løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald