Um eitt-tíðina í gjár kom fráboðan til løgregluna um ein stóran eldsbruna í Sundalagnum. Talan var um eini sethús við Norðskála.
Sí eisini: Eldur í sethúsum á Norðskála
Sí eisini: Hava evakuerað stóran part av økinum
Á løgreglustøðini í Havn verður sagt, at har var meira roykur enn vanligt. Tað merktu fólk í økinum eisini, tí fólk vórðu fyrst biðin um at hava vindeygu afturlatin og síðani at fara úr økinum eina løtu.
Næmingar á skúlanum á Oyrabakka og børn á dagstovninum beint við vórðu eisini koyrd av staðnum. Hesi vóru nøkur av teimum, ið vórðu kannað fyri roykeitran.
Løgreglan veit ikki um nakrar stórar skaðar av hendinini - uttan teir materiellu. Nú er trygt í økinum, men kanningarmaðurin hjá løgregluni var á staðnum í gjár og fer sum skilst aftur í dag at hyggja nærri uppá støðuna. Hetta fyri at fáa greiðu á, hví stóri eldurin kyknaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald