Tað verður lættari at lata seg kanna fyri koronasmittu í Føroyum, og verður ikki neyðugt at fáa ávísing frá kommunulækna áðrenn tú kanst lata teg kanna.
Hetta var boðskapurin á tíðindafundinum, sum myndugleikarnir høvdu seinnapartin. Men enn er hetta ikki galdandi, minnir Landssjúkrahúsið á.
Nýggj kanningarskipan ávegis, men enn skulu fólk ringja til kommunulæknan ella 1870 fyrst, eru boðini frá Landssjúkrahúsinum.
- Vit arbeiða við einari loysn á Eirargarði, har vit seta tvær lonir upp, og flyta alla testingina niðan har. Vit ætla at klára 500 kanningar um dagin, og tað ætla vit at byrja við longu í næstu viku, segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, á tíðindafundinum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald