Uttanlands

Er mann mótstøðuførur tá mann hevur havt koronasmittuna?

Granskarar á Aarhus Universitetshospital skulu kanna, um tey andevni kroppurin hevur ment hjá fyrrverandi koronasjúklingum kunnu gera fólk mótstøðufør

Savnsmynd

Savnsmynd

2020-04-13 16:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Granskarar á universitetinum í Aarhus fara nú at kanna, um mann veruliga gerst mótstøðuførur eftir at hava havt koronasmittuna.

Hóast tað longu er staðfest, at nógv hava ment andevni, eftir at hava verið smittað, er tað enn ógreitt, um mann veruliga gerst mótstøðuførur.

Granskarar fara tí komandi tíðina at taka blóðroyndir frá upp móti 500 sjúklingum, sum hava havt koronasmittuna. Hereftir ætlar mann at taka andevnini í blóðinum og koyra tey saman við aktiva koronavirusinum í eina petriskál at kanna, hvussu andevnið riggar, tá tað kemur í samband við virusið, skrivar Jyllands-Posten.

Umframt at kanna góðskuna á andevninum, er tað eisini ætlanin at geva sjúklingum við koronasmittuni hesi andevni við vónini um, at evnini forða sjúklingunum í at gerast álvarsliga sjúk.

– Vanligt er, at koronasjúklingar menna hesi andevni 14 dagar eftir, at tey hava havt COVID-19, og so gerast tey kraftmiklari. Tey skulu helst vera so kraftmikil sum gjørligt, tá vit skulu brúka tey. Tí hava vit sett okkum í samband við tey, sum vórðu staðfest smittað fyri fleiri enn fýra vikum síðani, sigur Lars Østergaard, leiðandi yvirlækni í ígerðarsjúkum á Aarhus Universitetshospital.

Fíggingin til verkætlanina er partur av einari játtan á 100 mió. krónur frá donsku stjórnini, sum skal brúkast til m.a. gransking. Henda upphæddin er afturat teimum 50 mió., sum vórðu játtaðar í mars. Aarhus Universitetshospital hevur fingið góðar 7 mió. krónur til verkætlanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder