Uttanlands

Erdogan og Putin umrøtt kríggið í Ukraina

Friðurin er ikki langt burtur, sigur turkiski forsetin, sum eisini ynskir at tosa við amerikasnak forsetan, Donald Trump um málið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-12-14 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Friðurin er ikki langt burtur.

Soleiðis sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan eftir at hava hitt russiska starvsbróðir sín, Vladimir Putin í Turkmenistan sambært DR.

Á fundinum umrøddu teir báðir m.a. kríggið í Ukraina og ætlanirnar hjá ES um at brúka innifrysta ogn hjá Russlandi til Ukraina.

Erdogan vónar, at hann sleppur at umrøða frið millum Russland og Ukraina við amerikanska forsetan, Donald Trump.

Erdogan hevur boðið Putin til Turkalands, og hann er somuleiðis boðin til Russlands av Putin.

Russiska tíðindastovan Tass skrivar, at Putin fer at vitja í Turkalandi, tá tað er møguligt, og at vantandi samskifti ikki er ein trupulleiki hjá Erdogan og Putin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder