2023-05-01 08:03
Abu Hussein al-Qurashi, leiðari hjá Islamiskum Stati (IS) í Sýria, varð leygardagin dripin av turkiska herinum.
Tað upplýsir turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan.
Sambært Erdogan hevur turkiska fregnartænastan í longri tíð leitað eftir a-Qurashi.
Fleiri keldur upplýsa, sambært Ritzau, at álopið á al-Qurashi varð framt í býnum Jarandis í norðara parti av Sýria, har uppreistrarbólkar, ið stuðla Turkalandi, hava ræðið.
IS valdi al-Qurashi til leiðara í november í fjør, eftir at fyrrverandi leiðarin varð dripin í einari atsókn í sunnara aprti av Sýria.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald