Innanlands

Erla Kongsdóttir verður doypt í morgin

Dópurin verður fyri innbodnum fyrrapartin, og um kvøldið fer nýggja ferjan í sigling á nólsoyarleiðini

Erla Kongsdóttir (Mynd: Bjartur Vest)

Erla Kongsdóttir (Mynd: Bjartur Vest)

2020-12-06 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í morgin, mánadagin 7. desember, verður nýggja ferjan hjá Strandfaraskpum Landsins, Erla Kongsdóttir, doypt í Havn.

Dópurin verður fyri innbodnum klokkan 11.

Hilmar Eliasen, stjóri hjá Strandfaraskipum Landsins, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum, fara at halda røðu. Eftir skipið er doypt, verður skipað fyri framsýningartúrum fyri teimum innbodnu.

Tað er eisini í morgin, at Erla Kongsdóttir fer í sigling á leið 90 millum Havnina og Nólsoy. Nýggja skipið fer at røkja siglingina frá klokkan 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder