
Erlendur Háfoss, sum gongur á Glasi í Havn, hevur um mánaðarskiftið luttikið í olympiadu í landafrøði, skrivar heimasíðan hjá Glasi.
Kappingin nevnist “International Geography Olympiad”, og er altjóða kapping fyri ung í landafrøði. Hon varð hildin 26. juli til 1. august í Bangkok í Tailandi, har ung úr øllum heiminum hittust.
Um 2.800 ung úr miðnámsskúlum í Føroyum, Grønlandi og Danmark luttóku í innleiðandi kapping fyri at sleppa við til olympiaduna. Síðan var fjórðingsfinala, hálvfinala og finala, har fýra vórðu úttikin til at umboða Kongaríkið Danmark í OL í landafrøði fyri ung – millum teirra Erlendur.
Hetta er fyrstu ferð, at føroyingur er komin so langt í hesi kappingini. Tað gjørdist tó ikki til nakað heiðursmerki hjá Erlendi men ein stór og góð uppliving, skrivar Glasir.
Erlendur luttók eisini í fjør í altjóða landafrøðikapping, har tað eydnaðist honum at koma í finaluumfarið og at verða úttikin til EM í landafrøði fyri ung. Í ár eydnaðist at verða úttikin til bæði EM og OL.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald