Tað er tann tíðin. Ikki bara tá tað gerst myrkari, og fótbóltsárið í Føroyum endar, men tá nummarplátur skulu klippast.
Hetta hjá eigarum, sum onkursvegna ikki hava síni viðurskifti í lagi við Akstovuna.
Aktstovan lat mánadagin 26. november løgreglustøðunum kring landið landið 629 mál um eftirstøðu fyri veg- og umhvørvisgjøld.
Hetta sum boð til løgregluna um at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjøld fyri seinna hálvár 2026.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun sigur við miðlarnar, at hetta arbeiðið er farið í gongd.
Í nátt eru fimm nummarplátur kliptar hjá bileigarum, sum enn hava til góðar at gjalda. Harvið kunnu hesir bilarnir ikki koyra sum nú er.
- Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldin veg- og umhvørvisgjøld tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum, skrivar Akstovan í tíðindaskrivi.
Og løgreglan heitir við hesum á bileigarar um at fáa viðurskiftini í lagi. Hetta so tað ikki er neyðugt hjá løgreglufólki at ganga runt og klippa 624 nummarplátur afturat - og so fólk fáa koyrt í frið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald