ES legði fyri trimum vikum síðani ein hjálparpakka fram, ið skal hjálpa limalondunum ígjøgnum koronakreppuna. Talan er um góðar 278 milliardir krónur, ið eru býttar ímillum ES londini.
Hyggur man at hvussu hjálparpakkin, sum er góðkendur av limalondunum í ES, og viðtikin í Evropa tinginum, er býttur, so sær man at, Ungarn fær fimtan ferðir so nógv í stuðli sum Italia, ið er sera hart rakt. Ungarn er tað landið, ið fær mest úr hjálparpakkanum í mun til íbúgvaratalið.
Tað sum Ungarn fær, svarar til 4330 krónur fyri hvønn íbúgva, meðan Italia 284 krónur fyri hvønn íbúgva. Onnur lond sum fáa nógv fyri hvønn íbúgva eru Litava, Slovakia, Lettland, Kroatia og Slovenia, ið øll fáa omanfyri 2000 krónur fyri hvønn íbúgva, meðan lond sum Italia og Spania fáa minni, við ávikavist 286 og 662 krónur fyri hvønn íbúgva.
Danmark er ímillum tey londini sum fáa minst. Danmark fær 284 milliónir krónur úr hjálparpakkanum, tað svarar til 49 krónur fyri hvønn íbúgva.
Írland er tað landið sum fær minst, við at fáa tað sum svarar til 3 krónur fyri hvønn íbúgva.
Kelda: dr.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald