Uttanlands

ES-nevndin eygleiðari á fundi í friðarráðnum hjá Trump

27 limir eru í friðarráðnum, sum eftir ætlan skal fundast í amerikanska høvuðsstaðnum hósdagin

Friðarráðið varð formliga sett á stovn á World Economic Forum í Davos í januar (Mynd: EPA)

Friðarráðið varð formliga sett á stovn á World Economic Forum í Davos í januar (Mynd: EPA)

2026-02-16 16:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni verður fyrsti fundur í friðarráðnum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, Board of Peace, og hóast ES-nevbdin ikki er partur av ráðnum, luttekur umboð fyri ES-nevndina kortini sum eygleiðari.

Á fundinum, sum eftir ætlan verður í Washington D.C. hósdagin 19. februar, luttekur Dubravka Šuica, ES-kommisserur fyri Miðarhavsøkið, upplýsir ES-nevndin sambært Ritzau.

Fundurin snýr seg um støðuna í Gaza.

Endamálið við friðarráðnum, sum higartil hevur 27 limir var í fyrsta umfari at syrgja fyri enduruppbyging og frið í Gazageiranum, men síðani hevur Trump gjørt greitt, at ráðið verður víðkað til eisini at fevna um onnur stríð í heiminum. Summi halda, at Trump roynir at skapa eitt mótsvar til ST.

ES hevur takkað nei til at luttaka í ráðnum. Tað hava m.a. Noreg, Svøríki og Stórabretland eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder