Sum kunnugt verður ongin Eurovision-sangkapping í ár orsaka av koronastøðuni.
Men leygarkvøldið verður kortini møguleiki at uppliva eitt show við øllum teimum 41 lokalu vinnarasangunum.
Eurovision samgongan skipar fyri sjónvarpsshow’inum ”Europe! Shine a Light” sum eitt plástur á sárið til tey, ið høvdu glett seg til árligu Grand Prix-veitsluna, sum í ár skuldi verið send úr Rotterdam í Niðurlondum. Eftir ætlan skuldu innleiðandi semifinalurnar verið hildnar nú í annaðkvøld og hóskvøldið, og so stóra finalan leygarkvøldið.
Nú verða allir 41 sangirnir í staðin framførdir í tveimum sendingum, sum Eurovision sendir á YouTube týskvøldið og hóskvøldið.
Leygarkvøldið verður so eitt serligt show, kallað ”Europe! Shine a Light”, sum verður sent í flest øllum limalondunum hjá Eurovision. Men tað verður ikki talan um kapping, og nakar vinnari verður sostatt heldur ikki kosin í ár.
Danmarks Radio, DR1, hevur sendingina á skránni leygarkvøldið frá kl. 20 til 22.10 føroyska tíð, og á heimasíðuni hjá Danmarks Radio er møguleiki at greiða atkvøðu fyri á tann hátt at síggja, hvørjir sangir eru best umtóktir.
Meira á heimasíðuni hjá Eurovision
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald