
Tá Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen næstseinasta vikuskifti gjøgnumførdu “Everesting” við at ganga niðan á Slættaratind 18 ferðir upp á eitt gott samdøgur, var tað samstundis fyri at savna pening inn til Eydnudeildina.
Tað er nú gjørt upp, hvussu nógv er komið inn, og upphæddin gjørdist 72.538 krónur.
- Eg, og tey, eru púra ovfarin um allan stuðulin. Túsund, túsund takk fyri, skrivar Jákup Petur Eliassen á Facebook.
Tíggju leikarar úr Eydnudeildini fara til Danmarkar á Lykkecup um vikuskiftið, og avgjørt er at hvør leikari fær 2.000 krónur sum stuðul til ferð og uppihald. Einki barn kann ferðast einsamalt, so hetta kemur sera væl við.
Restin fer til at gera tað møguligt at skipa fyri venjing hjá eydnuleikararnar, og kanska hava okkurt eftir at stuðla til Lykkecup næsta ár.
Tilsamans gingu Jákup Petur Eliassen og Ken Bærtensen 65,5 kilometrar, og 124.000 fet. Byrjað varð á middegi fríggjadagin, og leygardag nakað eftir middag, 24 tímar og 42 minuttir, høvdu teir gingið 18 ferðir aftur og fram.
Sí eisini: Myndir: Soleiðis sær man út aftaná 18 túrar niðan á Slættaratind

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald