
Næstan 100 fólk frá øllum skúlaverkinum vóru við, tá Námsvísindadeildin helt stóran evnisdag í auluni í síðstu viku. Umboð fyri skúlaleiðslur, lærarar, námsfrøðingar og fólk frá stovnum og feløgum, sum varða av skúlanum, vóru við. Starvsfólk á Setrinum luttóku eisini.
Á skránni var fyrilestur við Lotte Hedegaard-Sørensen, sum er ph.d. og lektari í sernámsfrøði og inklusjón á Aarhus Universiteti. Fyrilestur hennara æt "Eksklusión ella inkluderandi sernámsfrøði".
Kirsten Baltzer, sum eisini er ph.d. og lektari emeritus í sernámsfrøði á Aarhus Universiteti, helt fyrilesturin, "Tey inkluderandi prinsippini í verki".
Seinnapartin greiddi Frida Poulsen, ph.d.-lesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og Aarhuus Universiteti, frá um granskingarverkætlan sína um "inklusjón í føroyska fólkaskúlanum". Hon legði nakrar varligar ábendingar fram úr granskingarverkætlanini, sum eftir ætlan verður liðug tíðliga í 2023.
Høvi var eisini hjá luttakararnum at skifta orð um evnið, at seta spurningar og at arbeiða í bólkum.
Evnisdagurin var fingin í lag gjøgnum samstarvið millum granskarar á Aarhus Universiteti (Danmarks Pedagogiske Universitet), sum eru knýttir at granskingarverkætlanini á Námsvísindadeildini.
– Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald