2021-09-15 19:30

Rørsla og hjartaheilsa eru á skránni, tá Hjartafelagið skipar fyri almennum evnisdegi í skúlanum í Trongisvági leygardagin 25. september.
Tiltakið er fyri tey, sum vilja vita meira um týdningin av rørslu og kosti í sambandi við hjartaheilsu.
Á skránni er m.a.:
- Fysioterapeutur, sum greiðir frá týdnininginum av dagligari rørslu og gevur góð ráð til venjingar
- Kostráðgevi sigur frá heilsugóðum mati
- Dansur sum heilsugóð rørsla
- Møguleiki fyri at kanna blóðtrýstið
- Gongutúrur við ferðaleiðara
- Útferð til elverkið í Botni
Hjartafelagið syrgir fyri mati og drekka ígjøgnum dagin, og tí er neyðugt við tilmelding, skrivar felagið á heimasíðuna. Tey, ið ynskja at luttaka, skulu boða Hjartafelagnum frá áðrenn 22. september. Meira kann lesast her.
Smyril fer av Havnini klokkan sjey leygarmorgunin, og sjálvt tiltakið byrjar klokkan 9.30. Smyril fer norðuraftur av Krambatanga klokkan 18.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald