Uttanlands

Explor’arin farin á pensjón

Einaferð vóru tað 90 prosent av interntebrúkarunum, sum brúktu Internet Explorer sum kaga

2022-06-15 09:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

KT-fyritøkan Microsoft hevur nú sett internet-kagan, Internet Explorer, á pensjón.

Internet Explorer var í nógv ár tann nógv mest brúkti kagin, men varð síðani yvirhálaður av meira framkomnum kagum, serliga Google Chrome og Mozilla Firefox.

Tá Internet Explorer var mest útbreiddur, var marknaðarparturin heili 90 prosent.

Tað er nú eitt ár síðan, at Microsoft boðaði frá, at 26. árið hjá Internet Explorer fór at verða tað seinasta.

Microsoft leggur nú sítt álit á kagaran við navninum Microsoft Edge.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder