Sáttmáli varð hósdagin undirskrivaður við arkitektafelagið EYA um at projektera nýtt røktarheim á Stórubrekku í Hoyvík. Í røktarheiminum verða 64 búpláss til eldri, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri, heimabúgvandi borgarar.
EYA átti vinnandi uppskotið til nýggja røktarheimið, sum varð kunngjørt í mars í ár, og nú er klárt er at fara undir arbeiðið at liðugtprosjektera bygningin.
Røktarheimið verður bygt á einum øki í Hoyvík, ið liggur oman fyri bygningin hjá Føroya Tele á einum øki, ið er 50.000 fermetrar til víddar. Bygningurin sjálvur verður til víddar umleið 6.700 fermetrar.
Umframt tilboðini til eldru borgararnar, vera stórkøkur, vaskarí, høli til fysioterapi og ergoterapi o.a. í bygninginum.
Yvirskipaða hugmyndin av bygninginum er ein samanseting av minni húsum við íblástri frá føroysku sethúsunum. Byggingin tekur atlit til lendisviðurskiftini í økinum og spælir við og gevur til lendið, samstundis sum hon háttar seg eftir veðurlagnum.
Atkoman til økið er norðanifrá og er íbundin Klingruna. Parkering er ætlað móti beninum og í lummum sunnarlaga á økinum.
Sambært tíðarætlanini verður EYA liðugt við projekteringina í september 2024. Eftir hetta verður arbeiðið at byggja røktarheimið boðið út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald