
Nú er greitt, at tað verður 56 ára gamla Eyð Ellingsgaard, sum verður borgarstjóri í Sørvágs kommunu í nýggja árinum.
Tá nýggja bygdaráðið skipaði seg hóskvøldið, varð hon einmælt vald til borgarstjóra. Varaborgarstjóri verður Elsebeth Davidsen
Eyð Ellingsgaard var toppskorarin á kommunuvalinum í Sørvágs kommunu við 126 prsónligum atkvøðum. Hon fer at avloysa Aimé Jacobsen, sum ikki stillaði upp aftur til bygdaráðið.
Nývalda bygdaráðið hevur skipað seg soleiðis:
Fíggjarnevndin: Eyð Ellingsgaard, forkv., Hugin Skaalum, og Jóhan á Ørg
Tekniska nevnd: Jóhan Mikkelsen, Hugin Skaalum, og Jón Joensen
Trivnaðarnevndin: Jóhan Mikkelsen, Elsebeth Davidsen, og Jón Joensen
Vinnunevndin: Jón Joensen, Hugin Skaalum, Jóhan á Ørg
Havnarnevndin: Elsebeth Davidsen, Jóhan á Ørg, og Jóhan Mikkelsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald