Innanlands

Eyðbritt, Bogi og Páll heiðrað á Ljósfest

Fyrr í summar høvdu fólk møguleika at tilnevna vágbingar, sum hava gjørt eitthvørt fyri Vág, og avgjørt var at heiðra Eyðbritt Krosslá og Boga Mortensen fyri teirra lívslanga íkast í Vágs Bóltfelag, og Páll Leo fyri trúgva tænastu í Vágs kirkju

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2025-08-16 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum er Ljósfest á skránni í Vági, og í hesum sambandi vórðu tríggir vágbingar heiðraðir í gjárkvøldið.

Fyrr í summar høvdu fólk møguleika at tilnevna vágbingar, sum hava gjørt eitthvørt fyri Vág, og tá freistin at tilnevna var farin, vóru nógv góð uppskot komin inn, skrivar Vágs kommuna.

Avgjørt var at heiðra Eyðbritt Krosslá og Boga Mortensen fyri teirra lívslanga íkast í Vágs Bóltfelag, og Páll Leo fyri trúgva tænastu í Vágs kirkju.

Um Eyðbritt og Boga Mortensen varð m.a. sagt:

– Tey hava verið leikarar, venjarar, nevndarlimir, og altíð klár, tá alt tað, sum er rundanum eitt ítróttafelag, skal gerast. Tað verið seg savnan av peningi, ella at standa í sølubásum, so sum vit til dømis síggja tað her á Ljósfest. Tey hava verið við á uttanlandaferðum, og hava verið við til at menna ungar leikarar. Hetta hevur verið til gang fyri ungdómin her í bygdini.

– Tey bæði, vit heiðra í dag, eru framvegis virkin, eins og tey hava verið tað í mong ár. Tað er sum hava tey bara altíð verið har!

Um Páll Leo varð m.a. sagt:

– At kirkjan stendur prýðilig, og at prýðiligt er rundanum, er ikki ein sjálvfylgja. Hetta er úrslit av áhaldandi viðlíkahaldi og røkt. Vágs kirkja, og økið kring hana, er eitt prýði fyri bygdina, tí væl er farið um, og fyri títt íkast at halda og røkja kirkju, og økið kring hana, hava vit valt at heiðra teg her á Ljósfest 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder