 
                
            Í sambandi við verkætlanini á Vestmannastundi, hevur tað eydnast Minesto at liðugtgera undirsjóvarinfrakervið og infrakervið á landi, boðar SEV frá.
Eisini eydnaðist tað at seta drekan út í Vestmannasund í vikuni, men mekaniskir trupulleikar við sjálvum festinum millum drekan og fundamentið hevði við sær, at arbeiðið ikki kundi gerast liðugt, og drekin er tikin upp aftur.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/04/30/gallery-thumbnail/95224489102170630211029938048663657803939840o.jpg) Vestmannasund (Mynd: Pól Sundskarð)
Vestmannasund (Mynd: Pól Sundskarð)
Kaðalin, sum skal føra elorkuna inn á land, er lagdur og bundin í transformarastøðina á Oyrargjógv, soleiðis at samband nú er millum orkuverkið í sundinum og føroyska elnetið. DG100 drekin er tikin upp aftur, so arbeiðast kann við at rætta brekið við tjóðurskipanini, áðrenn hann verður settur útaftur, skrivar elfelagið á heimasíðuna.
 
– Vit hava gjørt okkum enn fleiri týðandi royndir við undirsjóvarinstallatiónum, sleipingarvirksemi og tilseting av orkuverki, og í at fáa útgerðina upp aftur. Helst vildu vit sjálvsagt verið í framleiðslu nú, heldur enn framvegis at arbeiða við fyrireiking og installatiónsvirksemi, men hvørt einasta fet fram ímóti elframleiðslu inn á netið er týðandi framstig, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.
 
So skjótt brekið er rættað og rákið loyvir tí, verður ein nýggj roynd gjørd.
– Arbeiðið fram móti elframleiðslu úr sjóvarfallinum í Føroyum hevur fremstu raðfesting hjá Minesto, sigur hann.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald